Takstir og gjøld 

Takstir og gjøld hjá veitarum, sum hava avtalu við Heilsutrygd

Heilsutrygd veitir ískoyti til viðgerð sambært lógini um heilsutrygd og ymsum lógum og kunngerðum um ískoyti.

Fyri at borgarin kann fáa ískoyti til viðgerð, er neyðugt at veitarin hevur avtalu við Heilsutrygd og virkar eftir sáttmála, sum avvarandi yrkisfelag hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið (ella Heilsumálaráðið, um talan er um gamlan sáttmála).

 

Niðanfyri  eru takstir og gjøld, sum eru galdandi á økjunum, sum Heilsutrygd varðar av.

Fysioterapitakstir Stilling 1. Oktober 2023

Ergoterapitakstir Stilling 1. Apríl 2024

Sálarfrøðingatakstir Ásettir Í Nýggjum Sáttmála 1. Januar 2024

Tannlæknatakstir Stilling 1. Oktober 2023

Tannrøkt Takstir Stilling 1. Oktober 2023

Takstir Kommunulæknar April 2024

 

Fótterapeutar hava ikki sáttmála, men hava avtalu við Heilsutrygd.

 

Heilsutrygd hevur eina veitarasíðu, har til ber at síggja, hvørjir veitarar hava avtalu við Heilsutrygd: Yvirlit við veitarum