Borgari
Veitarar
Um Heilsutrygd
Kunning
Tveir kommunulæknar settir
17. juli 2024
Tveir kommunulæknar settir
Heilsutrygd hevur sett Hanus Debes Joensen í starv sum kommunulækna í Skálafjarðar læknadømi. Hanus Debes J...
Nú ber til at søkja um undantak frá heilsutrygdargjaldi
1. juli 2024
Nú ber til at søkja um undantak frá heilsutrygdargjaldi
Ein týðandi partur av heilsutrygdarlógini er gjaldsskyldan, sum fevnir um øll tey, sum eru búsitandi í Føro...
Heilsutrygd søkir kommunulæknar til Suðuroyar læknadømi
27. juni 2024
Heilsutrygd søkir kommunulæknar til Suðuroyar læknadømi
Heilsutrygd lýsir hervið 2 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. september 2024 ella efti...
Heilsutrygd søkir kliniskan dietist
18. juni 2024
Heilsutrygd søkir kliniskan dietist
Heilsutrygd søkir kliniskan dietist Um starvið:Talan er um eitt fulltíðarstarv – 40 tímar um vikuna, men ti...
Meira kunning
  • Undantak frá heilsutrygdargjaldi
    Undantak frá heilsutrygdargjaldi
  • Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
    Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
  • Koppsetingar
    Koppsetingar

Gev gætur: síðan er enn í gerð

 

Endamál

Heilsutrygd er stovnur undir Heilsumálaráðnum.

Heilsutrygd varð sett á stovn at avgreiða tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Stovnurin hevur seinni tikið á seg partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannastovuni í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum.

Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd.

Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Heilsutrygd umsitir Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina, og síðani 2020 hevur Heilsutrygd havt eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.