Heilsutrygdarveitingar

Veitingar

Rættur til ávísar veitingar eru ásettar í heilsutrygdarlógini, sum varð samtykt í desember 2009.

Lógin um almenna heilsutrygd

Hesar veitingar fevna fyrst og fremst um ískoyti til ymsar tænastur og veitingar frá heilsustarvsfólki, ískoyti til heilivág, gravarhjálp, og ískoyti til brillur og hjálpartól.

 

Ískoyti til tannlækna

Ískoyti til tannlækna

Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá tannlækna, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd. Ískoytið verður veitt fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. Persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.

Allir borgarar kunnu frítt velja tann tannlæknan, teir ynskja at brúka.

Tá borgari hevur verið hjá tannlækna, verður ískoytið frá Heilsutrygd mótroknað á fakturanum frá tannlæknanum, soleiðis at borgarin bert rindar sín part. Heilsutrygd rindar síðani tannlæknanum ískoytið.

Í prístalvuni í teiginum til høgru sæst, hvørjar viðgerðir Heilsutrygd letur ískoyti til. Talvan vísir eisini, hvat tær ymisku viðgerðirnar kosta, og hvussu stórt ískoyti Heilsutrygd letur.

Ískoyti verður latið sambært sáttmála millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum er at finna í teiginum til høgru.

Til ber at finna tannlæknar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, á veitaralistanum.

Tannlæknavaktin
Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, t.d. í.s.v. tannapínu, ber til at ringja til tannlæknavaktina.

Telefonnummarið til tannlæknavaktina er: 314544
Telefonin svarar bert leygardagar, sunnudagar, & halgidagar kl. 10:00 - 11:00

Ískoyti til kiropraktor

Ískoyti til kiropraktor

Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá kiropraktori, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd. Ískoytið verður veitt fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.

Allir borgarar kunnu frítt velja tann kiropraktorin, teir ynskja at brúka.

Tá borgari hevur verið hjá kiropraktori, verður ískoytið frá Heilsutrygd mótroknað á fakturanum frá kiropraktorinum, soleiðis at borgarin bert rindar sín part. Heilsutrygd rindar síðani kiropraktorinum ískoytið.

Í prístalvuni í teiginum til høgru sæst , hvørjar viðgerðir Heilsutrygd letur ískoyti til. Talvan vísir eisini hvat tær ymisku viðgerðirnar kosta og hvussu stórt ískoyti, Heilsutrygd letur.

Ískoyti verður latið sambært sáttmála millum Dansk Kiropraktor-Forening (DKF) og Heilsutrygd (fyrr MSF).

Kiropraktorar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum.

Ískoyti til tannrøktara

Ískoyti til tannrøktara

Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá statsautoriseraðum tannrøktara, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd. Ískoytið verður veitt fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. Persónar, sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru búsitandi í Føroyum. Tó verður ískoyti ikki veitt fyri børn og ung undir 18 ár, sum hava kommunalt tilboð.

Allir borgarar kunnu frítt velja tann statsautoriseraða tannrøktara, teir ynskja at brúka.

Tá borgari hevur verið hjá tannrøktara, verður ískoytið frá Heilsutrygd mótroknað á fakturanum frá tannrøktaranum, soleiðis at borgarin bert rindar sín part. Heilsutrygd rindar síðani tannrøktaranum ískoytið.

Í prístalvuni til høgru sæst, hvat tær ymisku viðgerðirnar kosta og hvussu stóran stuðul, Heilsutrygd letur til tær ymisku viðgerðirnar.

Ískoyti verður latið sambært sáttmála millum Tannrøktarafelagið og Heilsutrygd (fyrr MSF), sum er at finna í teiginum til høgru.

Statsautoriseraðir tannrøktarar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.

Ískoyti til fysioterapi

Ískoyti til fysioterapi

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá fysioterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum.

Hetta er galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásettir sum búgvandi í Føroyum.

Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til fysioterapeutin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til fysioterapeutin.

Um borgarin av heilsuávum ikki er førur fyri at ferðast til fysioterapeut uttan persónliga hjálp, og hendan persónliga hjálpin ikki er tøk, kann læknin ávísa fysioterapi í heiminum hjá borgaranum.

Viðgerðin hjá fysioterapeutinum er deild í eindir. Ein viðgerð kann vera upp í 3 eindir, og hvør eind kann í mesta lagi vara í 20 minuttir.

Fysioterapeutar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, og teir, ið átaka sær heimaviðgerð, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd. Borgarar kunnu velja frítt ímillum hesar.

Ískoyti til ergoterapi

Ískoyti til ergoterapi

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá ergoterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum.

Tey, sum hava rætt til ískoyti, eru persónar undir 18 ár, sum bera likamligt ella sálarligt brek.

Ískoyti til viðgerð hjá ergoterapeuti verður veitt sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin fevnir um ta viðgerð, sum er ásett í  kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti.

Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til ergoterapeutin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til ergoterapeutin.

Viðgerðin hjá ergoterapeutinum er deild í viðgerðartímar.

Ergoterpeutar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.

Ískoyti til sálarfrøðiliga hjálp

Ískoyti til sálarfrøðiliga hjálp

Sambært grein 8 stk. 2. i lógini um almenna heilsutrygd verður ískoyti veitt til gjald fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi eftir ávísing frá lækna.

Ískoyti til sálarviðgerð verður veitt sambært sáttmála millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið. Sáttmálin fevnir um ta sálarviðgerð, sum er ásett í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi. 

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá sálarfrøðingi, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina.

Talan er um tvey sløg av ískoyti og ávísingum:

  • Ávísingar eftir § 1, har ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 40% av kostnaðinum
  • Ávísingar eftir § 4 stk. 3, har Heilsutrygd veitir fult ískoyti

Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til sálarfrøðingin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til sálarfrøðingin.

Viðgerðin hjá sálarfrøðinginum verður roknað í viðgerðartímum.

Sálarfrøðingar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd, og borgarin hevur frítt at velja ímillum hesar.

Ískoyti til fótterapi

Ískoyti til fótterapi

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, veitir Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Tað eru tó bert ávísar diagnosur, sum geva rætt til ískoyti. Hesar diagnosur eru at finna í kunngerðini um ískoyti til fótterapi.

Hvør ávísing, kann í mesta lagi umfata 6 veitingar hjá fótterapeuti. Tó hava persónar við diabetes mellitus, eftir fyrstu ávísing, áhaldandi rætt til 6 veitingar um árið. Um serligar umstøður gera seg galdandi, kann ávísing til persónar við diabetes mellitus, verða økt við upp til 6 veitingum árliga.

Heilsutrygd rindar ískoyti á kr. 350,- fyri hvørja veiting, tá persónurin hevur diabetes mellitus, og kr. 720 fyri árligt eftirlit. Fyri persónar við øðrum diagnosum, rindar Heilsutrygd kr. 250,- í ískoyti fyri hvørja viðgerð.

Tá læknin hevur skrivað ávísingina til borgaran, skal borgarin sjálvur hava ávísingina við til ein fótterapeut, sum síðani skrásetur hana. 

Statsgóðkendar fótterapeutar, sum starvast fyri Heilsutrygd, er at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd. Borgarin hevur frítt at velja ímillum hesar.

Ískoyti til brillur

Ískoyti til brillur

Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av brillum ella brillugløsum til børn undir 16 ár, til fólk, sum eru fylt 67 ár og til fyritíðarpensjónistar.

Heilsutrygd veitir ískoyti til keyp av einum brillum ella brillugløsum um árið. Tó kann ískoyti verða veitt til tvinnar brillur ella brillugløs árliga til børn undir 16 ár, um tørvur er á broyttum stelli ella broyttum gløsum.

Tað er eingin treyt, at brillurnar eru keyptar í Føroyum.

Heilsutrygd veitir ískoyti eftir ávísum takstum, sum eru ásettir í fylgiskjali í samband við kunngerðina um ískoyti til brillur.

Kunngerðin við fylgiskjalið kann lesast á logir.fo her.

Ískoyti verður veitt eftir umsókn og kvittan, sum verða latin Heilsutrygd. Tann samlaði kostnaðurin av brillunum skal verða goldin, og kvittan fyri hetta send til Heilsutrygd, áðrenn ískoyti verður veitt.

Heilsutrygd veitir ikki ískoyti til linsur.

Umsókn um ískoyti til brillur kann takast niður sum pdf við at trýsta á hetta leinki.

Gravarhjálp

Gravarhjálp

Heilsutrygd veitir stuðul til gravarhjálp til persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.

Gravarhjálpin verður veitt til útreiðslur til kistu og líkverju.

Tá søkt verður um gravarhjálp, skulu umsókn og kvittan fyri útreiðslur til kistu og líkverju sendast til Heilsutrygd. Umsóknarblað til gravarhjálp kann latast upp sum pdf við at trýsta her.

Gravarhjálp verður veitt fyri útreiðslur til kistu og líkverju, sum kvittan er fyri. Tó kann gravarhjálpin ikki vera hægri enn víst niðanfyri:
• Persónar yvir 15 ár fáa í mesta lagi kr. 5.000 í gravarhjálp
• Børn 9 - 15 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 4.250 í gravarhjálp
• Børn 1 - 8 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 3.000 í gravarhjálp
• Børn undir 1 ár fáa í mesta lagi kr. 2.000 í gravarhjálp

Víst verður eisini til Kunngerð nr. 63 frá 2. juni 2010 um gravarhjálp

Kommunulæknaskipanin

Kommunulæknar

Í Føroyum eru 36 normerað kommunulæknastørv. Kommunulæknar hava starvssáttmála við Heilsutrygd. Kommunulæknaskipanin hevur ein týdningamiklan leiklut bæði í samband við sjúklingaviðgerð og sum partur av heilsuverkinum.

Til ber at síggja, hvørjir kommunulæknar eru í ymsu læknadømunum á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.

 

Læknavaktin

Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Læknavaktin virkar uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið um vikuskiftið og halgidagar.

Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.

Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.

Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn fyrr.

Í 2024 varð læknavaktin styrkt við psykiatriskum førleikum. Henda tænasta virkar allar dagar kl. 16:00 til 23:00. 

Til ber at lesa meiri um læknavaktina á heimasíðuni hjá sjúkrahúsverkinum.

Læknavaktin fevnir um allar Føroyar.

Serlæknar

Serlæknar

Allir persónar, sum lúka treytirnar í heilsutrygdarlógini, hava, eftir ávísing frá kommunulækna, rætt til ókeypis læknahjálp hjá serlækna, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd.

Við fyrstu viðgerð hjá serlækna skal borgarin hava skrivliga ávísing frá kommunulæknanum. Í flestu førum kann ein ávísing frá kommunulækna nýtast til 6 viðgerðir hjá serlækna, hetta kann tó vera ymiskt alt eftir hvørja viðgerð, talan er um. Í heilt serligum førum, t.d. tá talan er um vanlukku e.l., er ikki neyðugt við ávísing frá kommunulækna.

Serlæknin hevur egin viðtaluhølir, men tá kommunulæknin heldur tað vera neyðugt, kann serlæknin kanna og viðgera heima hjá borgaranum.

Tá kanningin ella viðgerðin er liðug, gevur serlæknin kommunulæknanum boð um úrslitið og møguliga ráðgeving til viðgerð framyvir.

Serlæknar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.

Ískoyti til hjálparráð

Ískoyti til ávís hjálparráð

Heilsutrygd kann veita ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð, sum verða útflýggjað á apoteki ella í sambandi við útskrivan av sjúkrahúsi. Hetta er sambært § 10 í lógini um almenna heilsutrygd. Almannastovan hevur áður rindað fyri útreiðslur til hesi hjálparráð.

Hjálparráð í hesum sambandi eru hjálparráð, sum er liður í einari viðgerð, ella sum eru til persónar, sum ikki hava tørv á varandi hjálpartóli. Talan er ikki um hjálparráð, sum verða brúkt inni á viðgerðarstovnum, ella sum verður brúkt hjá persónum, sum hava ein varandi tørv. Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág. Sum dømi kann verða nevnt ískoyti til gjald fyri sproytur o.t., so sum pennar og pumpur til persónar við diabetes og t.d. astmamaskur, ið skulu nýtast saman við astmaheilivági.

Umsókn frá læknanum um ískoyti verður latin Heilsutrygd saman við einari stuttari frágreiðing um tørvin. Tá ein umsókn er játtað, kann apotekið ella sjúkrahúsið senda rokning fyri hesi hjálparráð til Heilsutrygd.

Umsókn kann takast niður her

Oyðublað til læknaváttan kann takast niður her

Heilivágur

Tilskot til heilivág

Heilsutrygd veitir tilskot til heilivág sambært kapittul 3 í lógini um almenna heilsutrygd.

Heimasíðan hjá Apoteksverkinum hevur eina góða vegleiðing um tilskot til heilivág, m.a. um treytir og stødd á tilskoti. 

 

Vanligt tilskot
Tilskot verður veitt til heilivág, sum av Landsapotekaranum er lýstur at verða heimilaður tilskot. Tilskotið verður veitt til keyp av heilivági, sum er fyriskipaður á forskrift (resept).

Avmarkingar kunnu vera fyri tilskoti. T.d. kann tilskotið vera treytað av, at heilivágurin er ætlaður persónum við ávísum sjúkum.

 

Einstaklingatilskot
Í ávísum førum kann Landsapotekarin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað tilskot. Hetta verður nevnt einstaklingatilskot.

 

Heilivágskeyp uttanlands

Í ávísum førum ber til at fáa tilskot til heilivágskeyp uttanlands. Gevið gætur, at henda skipan er trupul at umsita, og tí kann avgreiðslutíðin vera upp til eitt ár fyri stuðul, ið er niðanfyri 100% sambært heilivágsstiganum í heilsutrygdarlógini.

Vegleiðing frá 2013 um heilivágskeyp uttanlands kann lesast her.

Umsóknarblað til endurgjald av heilivágskeypi uttanlands

Koppsetingar

Koppsetingar

Til ber at fáa ókeypis koppsetingar í Føroyum, um tú lýkur ávís krøv

Umframt koppsetingarnar til børn (t.d. MFR, polio og stívkrampa), so eru mest vanligu koppsetingarnar influensakoppseting (beinkrím), pmeumokokk-koppseting og HPV-koppseting. 

Harumframt ber til at fáa koppseting fyri covid-19 (Korona). Av tí, at talan er um eina lutfalsliga nýggja sjúku og koppseting, verða tilmælini um koppseting dagførd regluliga. 

Tilboðini um ókeypis koppseting eru skipaði sambært lóggávu og kunngerð.
Niðanfyri eru leinki til mest viðkomandi kunngerðir og lóggávu:

Løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 105 frá 28. september 2023

Kunngerð nr. 106 frá 28. september 2023 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19