Viðgerðartestamenti
27. apríl 2026

Viðgerðartestamenti

Kunning um viðgerðartestamenti

Tá sjúka ella vanlukka rakar, kanst tú koma í eina støðu, har tú ikki sjálv/-ur kanst siga frá. Men tað ber til at gera av frammanundan, um tú ikki vilt fáa lívsleingjandi viðgerð ella uppafturlíving. Hetta kann gerast við einum viðgerðartestamenti.

Síðani 1. januar 2026 hevur borið til at fáa skrásett viðgerðartestamenti í Føroyum. Tú kanst fylla út oyðiblað og lata kommunulæknanum ella øðrum lækna í heilsuverkinum tað. Tá tú og læknin hava tosað saman um hetta, og um tú lýkur treytirnar, kann læknin skráseta hetta í Talgildu Heilsuskipanini.

Í einum viðgerðartestamenti kanst tú gera greitt, at tú ikki vilt fáa lívsleingjandi viðgerð, harundir uppafturlíving í sambandi við hjartasteðg, í hesum trimum støðunum:

  • Um tú liggur fyri deyðanum, og viðgerðin bert fer at leingja um lívið og ikki bøta um tína heilsustøðu ella geva tær pínulinnan.
  • Um tú ert so mikið viknað/-ur av sjúku, vanlukku ella elli, at tú ongantíð aftur kanst ansa tær sjálvum/sjálvari – hvørki kropsliga ella sálarliga.
  • Um viðgerðin kann gera, at tú yvirlivir, men læknin metir, at tey kropsligu árinini av sjúkuni ella av sjálvari viðgerðini verða sera álvarssom og pínufull

Oyðiblaðið við frágreiðing og vegleiðing kann lesast/heintast á hesum leinki.