Tvey skrivstovustørv á Heilsutrygd
Heilsutrygd søkir tvey skrivstovufólk – eitt fast starv sum skrivstovu- og móttøkufólk og eitt barsilsstarv sum skrivstovufólk til uml. 31. desember 2027.
Fasta starvið sum skrivstovu- og móttøkufólk er uml. 25 – 30 tímar um vikuna, og barsilsstarvið er 35 tímar um vikuna.
-
Fasta starvið sum skrivstovu- og móttøkufólk
Høvuðsuppgávurnar í fasta starvinum sum skrivstovu- og móttøkufólk verða væntandi:
Svara høvuðstelefonini hjá Heilsutrygd og Gigni
Svara spurningum og beina fyrispurningar víðari til starvsfelagar
Samskifta við og vegleiða borgarar og veitarar
Skráseta ymiskar fráboðanir og váttanir, og samskifta við heilsufrøðingar um arbeiðsuppgávur
Annað vanligt skrivstovuarbeiði, alt eftir tørvi og førleikum, sum t.d. skjalhald (journal), málsviðgerð og fyrispurningar
Vit vænta, at tú hevur:
Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
Royndir við skrivstovuarbeiði
Góðar telduførleikar
Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Góð evni at orða teg á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir journalskipanini 360° (Skjalhald) og Talgildu heilsuskipanina (THS/Cosmic).
-
Tíðaravmarkaða barsilsstarvið
Høvuðsuppgávurnar í barsilsstarvinum verða væntandi:
Samskipandi uppgávur og skrivstovuuppgávur í Kommunulæknaskipanini
Gera avtalur við veitarar og samstarvspartar
Skráseta og eftirkanna upplýsingar og avtalur
Halda skil á avtalum og skrásetingum í ymsum skipanum
Málsviðgerð
Skjalhald (journal)
Annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.
Fyrispurningar
Smærri bókhaldsuppgávur
Um leiðslan metir tað hóskandi, kunnu uppgávurnar í starvinum tillagast til rætta umsøkjaran.
Vit vænta, at tú hevur:
Skivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
Royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð
Góðar telduførleikar
Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Góð evni at orða teg á føroyskum og donskum í skrift og talu
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir journalskipanina 360 (Skjalhald) og Búskaparskipan Landsins.
-
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Størvini verða sett frá 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Leiv Langgaard, fulltrúa, á telefon 614015, ella á teldupostbústaðnum ll@heilsutrygd.fo
Umsókn, har greitt verður tilskilað, hvat starv søkt verður, og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desember 2026.