Tvey skrivstovustørv á Heilsutrygd
5. februar 2026

Tvey skrivstovustørv á Heilsutrygd

Heilsutrygd søkir tvey skrivstovufólk – eitt fast starv og eitt farloyvisstarv til umleið 31. desember 2026.

Krøvini til Heilsutrygd sum stovn broytast støðugt, og uppgávurnar eru nógvar. Nógv av arbeiðinum á Heilsutrygd er skipað í toymum, og tørvur er á einum dugnaligum og fjølbroyttum starvsfólkahópi.

Høvuðsuppgávurnar í fasta starvinum verða væntandi:

  • Samskipandi uppgávur og skrivstovuuppgávur í Kommunulæknaskipanini
    • Gera avtalur við veitarar og samstarvspartar
    • Skráseta og eftirkanna upplýsingar og avtalur
    • Halda skil á avtalum og skrásetingum í ymsum skipanum. 
  • Málsviðgerð
  • Skjalhald (journal)
  • Annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.
    • Fyrispurningar
    • Smærri bókhaldsuppgávur

Uppgávurnar í tíðaravmarkaða starvinum verða væntandi:

  • Málsviðgerð
  • Annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.:
    • Skjalhald (journal)
    • Bókhaldsuppgávur
    • Fyrispurningar

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð
  • Góðar telduførleikar
  • Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir journalskipanini 360° (Skjalhald) og Búskaparskipan Landsins.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður sett frá 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo 

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi á middegi fríggjadagin 20. februar 2026.