Skrivstovufólk til Heilsutrygd
Heilsutrygd søkir skrivstovufólk at starvast fulla tíð at byrja í september 2026 ella eftir avtalu.
Uppgávurnar á Heilsutrygd eru nógvar og fjølbroyttar, og má starvsfólkahópurin eisini vera fjølbroyttur og dugnaligur.
Høvuðsuppgávurnar verða væntandi:
- Eftirlit av uppgerðum og útreiðslum
- Bókhald
- Samskifti við veitarar, vegleiðing og ráðgeving í.s.v. avrokning og skráseting
- Í minni mun kann talan eisini vera um annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.:
- Skjalhald (journal)
- Málsviðgerð
- Fyrispurningar
Vit vænta, at tú hevur:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð
- Áhuga í og forvitni til at arbeiða við tølum, síggja mynstur og finna feilir
- Góðar telduførleikar
- Góð evni at seta teg inn í nýggj viðurskifti, sum t.d. sáttmálar og skipanir
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir Búskaparskipan Landsins og dugir væl at brúka forrit sum Microsoft Excel.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo
Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík
Umsóknin skal vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2026.
Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Heilsutænastur í nærumhvørvinum, Gigni og Økisheilsuskipanina.