Royndarskipan við sálarfrøðiligari hjálp í Suðuroy
Kunning um royndarskipan við sálarfrøðiligari hjálp í Suðuroy
Ætlanin við royndarskipanini er, at sálarfrøðingar skulu koma regluliga til Suðuroy at hava viðtalur við borgarar, sum hava fingið ávísing frá sínum kommunulækna.
Royndarskipanin byrjar tann 1. januar 2026. Skipanin fer at virka á sama hátt sum í restini av landinum: Borgarin vendir sær til sín kommunulækna og fær ávísing til sálarfrøðiliga hjálp. Talan kann bæði verða um skipanina fyri ung millum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um almennu skipanina, har borgarin sjálvur rindar ein part av kostnaðinum.
Heilsutrygd hevur gjørt avtalu við sálarfrøðingarnar Onnu Debes Hentze og Thorvald Danielsen.
Kontaktupplýsingarnar eru:
Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur
annadebeshentze@gmail.com
Telefon: +298 216608
Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur
thorvaldpsykolog@gmail.com
Telefon:+298 279991
Seinni fer Heilsutrygd at senda nærri kunning um, hvar sálarfrøðingarnir fara at húsast.