Nýggjur sálarfrøðingur tilknýttur royndarskipanini í Suðuroy
Royndarskipan inniber, at sálarfrøðingar regluliga fara til Suðuroyar at hava viðtalur við borgarar, sum hava fingið ávísing frá sínum kommunulækna.
Skipanin virkar á sama hátt sum í restini av landinum: Borgarin vendir sær til sín kommunulækna og fær ávísing til sálarfrøðiliga hjálp, um hann lýkur ávísar treytir. Talan kann bæði verða um skipanina fyri ung millum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um almennu skipanina, har borgarin sjálvur rindar ein part av kostnaðinum.
Heilsutrygd hevur nú gjørt avtalu við Teit Reinert Joensen afturat Onnu Debes Hentze. Tí virka hesir sálarfrøðingar nú í Suðuroy:
Teitur Reinert Joensen
teiturpsyk@gmail.com
Telefon: +298 260870
Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur
annadebeshentze@gmail.com
Telefon: +298 216608
Tá sálarfrøðingarnir arbeiða í Suðuroy, halda teir til á Sjógøtu 23 á Tvøroyri.