Koppsetingarskjalfestingin broytt í Cosmic
28. apríl 2026

Koppsetingarskjalfestingin broytt í Cosmic

 

Koppsetingarskjalfestingin broytt í Cosmic

Heilsustýrið hevur saman við THS, Apoteksverkinum og umboðum fyri kommunulæknarnar arbeitt við nýggjum leisti at skráseta koppsetingar, og fer tað at hava við sær eina lítla broyting í Cosmic.

 

Nýggi skjalfsetingarhátturin er longu tøkur at brúka, men alment verður hann verkssettur 1. mai. Tó verður ein skiftistíð, har til ber at brúka gamlar skrásetingarhættir fram til 10. mai 2026, tá hesir fella burtur, m.a. “Vaccinatiónir” í Viðtala(kml), Barnakanning(kml) og útgingnar kodur.

 

Endamálið er, at allar koppsetingar verða skjalfestar á sama hátt, samstundis sum skjalfestingin á einfaldan hátt lýkur ásett myndugleikakrøv og fylgir góðum skjalfestingarsiði.

 

Heilsuviðurskifti verða skjalfest, so tú aftaná kanst síggja, hvat gjørt er. Um tú lesur eina journal, tú  ikki  sjálv/ur  hevur  skrivað,  hevur  tað  serliga  stóran  týdning,  hvussu  skjalfest  er. Viðvíkjandi  koppsetingum  hevur  tað  verið  avbjóðandi  hjá  klinikarum  at  funnið skrásetingarnar aftur í Cosmic, tí tað er so ymiskt, hvussu tær eru skjalfestar.

 

Í dag er lætt at skráseta koppstingar í t.d. notatunum “Viðtala(kml)” og “Barnakanning(kml)”, men har eru lýtir. Dátur eru illa skipaðar, og tú fært eitt nú ikki eyðmerkt eftirskrásetingar. Tað er trupult at finna koppsetingarnar aftur, trupult at fáa hagtøl og ikki møguligt hjá borgaranum at fáa talgilda atgongd til koppsetingarnar umvegis Vangan ella koppsetingarpass. Við hesum fyri eyga hevur nýggi leisturin tikið støði í Covid-19 skjalfestingini, tó við tillagingum, sum eru gjørdar í samstarvi við klinikarar og eftir krøvum frá myndugleikunum.

 

Broytingin:

Av tí at talan bert er um ein nýggjan journalfrymil, er broytingin ikki stór. Ein broyting í arbeiðsgongd verður tó, at koppsetingarskrásetingin liggur fyri seg og ikki inni í øðrum notatum, so eitt nú koppsetingar í.s.v. barnakanningar ikki longur kunnu skrásetast saman við sjálvari kanningini. Eisini er ein broyting fyri tey, sum í dag skráseta sum delegerað ordinatión, t.d. DifteriTetanus koppseting.

 

“Barnakoppsetingarskráin” er sett upp, soleiðis at aldurin, barnið eigur at hava, tá koppsett verður, er yvirskrift. Á hendan hátt er lætt at finna røttu koppsetingarnar til aldurin á barninum. Allar aðrar koppsetingar hjá borgaranum enn tær í barnakoppsetingarskránni skulu skrásetast í  “Koppsetingar”.  “Koppsetingar” er flokkað, so at árstíðarkoppsetingar standa ovast og síðani allar hinar í bókstavarað.

Minnislepi og filmur á ths.fo