Kommunulækni settur til nýggju viðtaluna í Miðvági
26. november 2026

Kommunulækni settur til nýggju viðtaluna í Miðvági

Heilsutrygd hevur sett Sólfríð Jacobsen í starv sum kommunulækni í viðtalu 3 í Heilsumiðstøðini í Miðvági.

Sólfríð Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2016 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini á vári 2025.

Sólfríð byrjar eftir ætlan í nýggja starvinum 1. mars 2027.