Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtaluna í Vestmanna
11. mars 2026

Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtaluna í Vestmanna

Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalu, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi. 

Størvini eru: 

2 størv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Vestmanna  (Heilsuøki 3).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkaði størv frá 1. apríl 2026 til 31. mars 2027.

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir til størvini í Vestmanna skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi kl. 13.00 hósdagin 26. mars 2026.

Størvini verða sett frá 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo 

Starvslýsingin kann lesast sum pdf-skjal her.