Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk
5. august 2025

Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk

Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk at starvast fulla tíð. 
Tú verður partur av starvsfólkahópinum hjá Heilsutrygd í Klaksvík, men vit vænta, at tú arbeiðir umleið ein dag um vikuna á høvuðsskrivstovuni hjá Gigni í Tórshavn. 

 

Um starvið og uppgávurnar:

•    Svara høvuðstelefonini hjá Heilsutrygd og Gigni
•    Svara spurningum og beina fyrispurningar víðari til starvsfelagar
•    Samskifta við og vegleiða borgarar og veitarar
•    Skráseta ymiskar fráboðanir og váttanir, og samskifta við heilsufrøðingar um arbeiðsuppgávur
•    Annað vanligt skrivstovuarbeiði, alt eftir tørvi og førleikum, sum t.d. skjalhald (journal), málsviðgerð, fyrispurningar

 

Vit vænta, at tú hevur:

•    Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
•    Royndir við skrivstovuarbeiði
•    Góðar telduførleikar
•    Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
•    Góð evni at orða teg á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir Journalskipanina 360° (Skjalhald) og Talgildu heilsuskipanina (THS/Cosmic).

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið verður sett frá 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo 

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. august 2025.