Heilsutrygd søkir kliniskan dietist
Heilsutrygd søkir kliniskan dietist
Um starvið:
Talan er um eitt fulltíðarstarv – 40 tímar um vikuna, men til ber eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Arbeiðsøkið er fyrst og fremst norðurøkið (Runavík og Klaksvík). Møguleiki er tó fyri at gera tillagingar, um tørvur er á hesum.
Starvið verður sett frá 1. august ella skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
• Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
• Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti og í onkrum føri ovurviðkvæmi (allergi)
• Einstaklingaráðgeving til børn, sum viga ov nógv ella ikki trívast, og í onkrum børn, sum hava ovurviðkvæmi
• Ráðgeving í sambandi við fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
• Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerð
• Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
• Skráseta kostviðgerð og sjúkugongd í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)
Eitt av endamálunum við tænastuni er, at kostráðgeving verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.
Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum, og at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.
Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...
• hevur útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
• Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
• hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
• dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
• hevur evni at laga teg til broytingar
• hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• Eitt fjølbroytt og mennandi starv
• Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
• Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo , ella til
Heilsutrygd,
Postsmoga 52,
Klaksvíksvegur 7,
FO-700 Klaksvík
Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist, beintal@kl.fo, tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 614000. Eisini ber til at skriva til dietist@kl.fo við fyrispurningi
Til ber at lesa meiri um økisheilsuskipanina og virksemið hjá klinisku dietistunum her.