Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv
26. juni 2025

Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv

Heilsutrygd hevur sett Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrinu Clementsen í starv sum kommunulæknar í Heilsuøki 2.

Tær koma at deila starvið í viðtalu 5 í Heilsumiðstøðini í Runavík. Tær taka við starvinum 1. oktober 2025.

Brynhild Hanusardóttir Reinert nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2017 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár.

Katrina Clementsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2016 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini í august í ár.

Sólfríð Jacobsen er sett í starv sum kommunulækni í Heilsuøki 3. Hon tekur við starvinum í Heilsumiðstøðini í Kollafirði 1. mars 2026.

Sólfríð Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2016 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í vár.

Arnhold Jensen er settur í starv sum kommunulækni í Heilsuøki 4. Hann tekur við starvinum í viðtalu 2 í Heilsumiðstøðini í Gundadali 1. november 2025.

Arnhold Jensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2003 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2011.