7. november 2025
Freist at søkja um endurrindan av heilsutrygdargjaldi
Mint verður á, at persónar, sum vilja hava endurrindað goldið heilsutrygdargjald frá november 2014 til desember 2023, skulu søkja um hetta hjá TAKS.
Freistin at søkja er 31.desember 2025.
Lógin um endurgjald kann lesast her:
https://logir.fo/Logtingslog/87-fra-07-05-2025-um-afturrindan-av-heilsutrygdargjaldi
Tú kanst lesa meiri um, hvussu søkt verður á heimasíðuni hjá TAKS:
https://www.taks.fo/fo/taks/lending/fa-heilsutrygdargjaldid-aftur-soek-a-borgaraglugganum-i-seinasta-lagi-31-desember-2025