Endurlýsing - Skrivstovufólk til Heilsutrygd
25. juni 2026

Endurlýsing - Skrivstovufólk til Heilsutrygd

Dámar tær væl at arbeiða skipað, veita góða tænastu og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind? Heilsutrygd søkir nú eitt dugnaligt skrivstovufólk í fulltíðarstarv frá september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Sum partur av fyrisitingini hjá Heilsutrygd fært tú ein týðandi leiklut í einum fakliga sterkum arbeiðsplássi, har vit hvønn dag arbeiða fyri, at føroyska heilsuverkið virkar væl fyri borgarar og samstarvsfelagar kring landið.

 

Talan er um eitt fjølbroytt starv, har høvuðsuppgávurnar væntandi verða:

•    Eftirlit av uppgerðum og útreiðslum
•    Bókhald
•    Samskifti við veitarar, vegleiðing og ráðgeving í.s.v. avrokning og skráseting
•    Í minni mun kann talan eisini vera um annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.:
      - Skjalhald (journal)
      - Málsviðgerð
      - Fyrispurningar

Vit vænta, at tú hevur:

•    Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
•    Áhuga í og forvitni til at arbeiða við tølum, síggja mynstur og finna feilir
•    Góðar telduførleikar
•    Góð evni at seta teg inn í nýggj viðurskifti, sum t.d. sáttmálar og skipanir
•    Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
•    Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð, og kennir Búskaparskipan Landsins og dugir at brúka forrit sum Microsoft Excel.


Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørg Lervig, fíggjarfulltrúa, á telefon 794011, ella á teldupostbústaðnum el@heilsutrygd.fo 
Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2026.


Um Heilsutrygd:

Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Heilsutænastur í nærumhvørvinum, Gigni og Økisheilsuskipanina.