Avloysarastørv sum viðtalustarvsfólk í kommunulæknaviðtalum
10. juni 2025

Avloysarastørv sum viðtalustarvsfólk í kommunulæknaviðtalum

Heilsutrygd søkir avloysarar fyri viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtalur at byrja skjótast gjørligt

Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.


Størvini eru:

• Summarferiuavloysarar – at avloysa í kommunulæknaviðtalum í nakrar vikur.

• Aðrir avloysarar, sum kunnu traðka til at starvast í styttri ella longri tíðarskeið í.s.v. sjúku, feriu ella farloyvi.


At arbeiða sum avloysari er ein góður møguleiki at menna tínar førleikar, fáa royndir og at finna út av, um eitt arbeiði í læknaviðtalu kundi verið tað rætta fyri teg.  

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum og uppgávunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.


Førleikar og eginleikar

• Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
• Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Tú ert fyrikomandi 
• Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
• Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til:
Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir til størv sum avloysari hava ikki umsóknarfreist og verða viðgjørdar so hvørt, sum umsóknirnar koma inn. 

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo