Kærumøguleikar

Kærur um avgerðir hjá Heilsutrygd

Sambært løgtingslóg um almenna heilsutrygd § 29 stk. 1. kunnu avgerðir, tiknar av Heilsutrygd kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

FØROYA KÆRUSTOVNUR
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
Fo-110 Tórshavn
Tel:+298 320 585
Teldupostur: fks@fks.fo
Heimasíða: www.fks.fo

 

Klagur um tænastur hjá kommunulækna og starvsfólki hjá kommunulæknum (ikki heilsufakligar klagur)

Borgarar hava møguleika at klaga til Heilsutrygd um tænastustøði hjá kommunulækna og hjá starvsfólki hjá kommunulækna. Heilsutrygd viðger einans klagur um tænastustøði (atburð, bíðitíð og líknandi) og ikki klagur um heilsufakligt virksemi hjá heilsustarvsfólki (eitt nú ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi raðgeving og vegleiðing.) Sí niðanfyri um klagur um heilsufakligt virksemi.

Áðrenn klaga verður send til Heilsutrygd, eigur tú at lesa hesa vegleiðing:
Vegleiðing um klagur viðv tænastustøði

Vinaliga nýt hendan frymil til klaguna:
Klagufrymil.pdf 


Klagur um heilsufakligt virksemi

Víst verður til heimasíðu hjá Landslæknanum tá talan er um klagur viðvíkjandi heilsufakligum virksemi hjá heilsustarvsfólki.

Landslæknin
Tinghúsvegur 42
FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 66 04 00
Teldupostur: foe@stps.dk
https://landslaeknin.stps.dk/

 

Sí eisini heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum um kæru- og endurgjaldsmøguleikar:

https://www.hmr.fo/fo/kunning/kaeru-og-endurgjaldsmoeguleikar