Koppsetingar
Til ber at fáa ókeypis koppsetingar í Føroyum, um tú lýkur ávís krøv
Umframt koppsetingarnar til børn (t.d. MFR, polio og stívkrampa), so eru mest vanligu koppsetingarnar influensakoppseting (beinkrím), pmeumokokk-koppseting og HPV-koppseting.
Harumframt ber til at fáa koppseting fyri covid-19 (Korona). Av tí, at talan er um eina lutfalsliga nýggja sjúku og koppseting, verða tilmælini um koppseting dagførd regluliga.
Tilboðini um ókeypis koppseting eru skipaði sambært lóggávu og kunngerð.
Niðanfyri eru leinki til mest viðkomandi kunngerðir og lóggávu:
Løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Kunngerð nr. 106 frá 28. september 2023 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
Ókeypis koppseting móti influensa
Mælt verður til, at lata seg koppseta móti influensa, um ein hoyrir til ein av niðanfyristandandi bólkum. Hetta fyri at fyribyrgja álvarsligari sjúku. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og meira vitan um sjálva koppsetingina hjá kommunulækna.
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum:
1. Persónar, ið hava fylt 65 ár.
2. Fyritíðarpensjónistar.
3. Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g:
a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars.
c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku.
d) Persónar, sum hava órinsbrek (immundefekt), ið antin eru viðfødd ella íkomin.
e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna.
g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting.
4. Børn eldri enn 6 mánaðir, og vaksin, sum hava álvarsama sjúku, har lækninmetir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
5. Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensa sbrt. § 5, nr. 4.
6. Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
7. Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.
8. Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.
9. Børn, ið hava fylt 2 ár, og sum ikki hava fylt 7. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir, at tey hava fylt 7 ár.
10. Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarrøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við influensa í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til gg. Sí kunngerðina um hvørjir starvsbólkar eru fevndir av hesum
https://logir.fo/Kunngerd/151-fra-29-10-2020-um-okeypis-koppseting-imoti-avisum-smittandi-sjukum
Koppsetingin verður veitt til børn í aldrinum 2 til 6 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, tað merkir sum meginreglu, at koppsetingin verður veitt sum ein nasal influensakoppseting.
Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensa.
Koppsetingin:
Influensakoppsetingarevni verða árliga dagførd útfrá eini vandameting um, hvørjir variantar mest sannlíkt fara at gera um seg komandi tíðina.
Til ber at fáa influensa, hóast tú ert koppsett/ur, men sjúkugongdin verður ofta mildari.
Góð ráð:
- Influensa smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, at njósa og líknandi. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar ella fær teir á hendurnar og síðan nemur við eygu, nøs og munn.
- Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sótt-reinsa hendurnar væl aftaná.
- Hav gott handreinføri.
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
- Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
- Ger reint og vaska - serliga yvirflatur, sum nógv nerta við
Heilsutrygd og Landslæknin
Pneumokokk-koppseting
Ert tú í serligum vanda fyri at fáa lungnabruna ella aðrar álvarsamar sjúkur vegna pneumokokkar, so kanst tú fáa ókeypis koppseting hjá kommunulækna.
Mælt verður til at lata seg koppseta móti pneumokokkum, um ein hoyrir til ein av niðanfyristandandi bólkum. Hetta fyri at fyribyrgja álvarsamari sjúku vegna pneumokokkar. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og vitan um koppsetingina hjá kommunulækna.
Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt niðanfyrinevndu persónum:
1. Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sbrt. §§ 45, 46 og 47 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
2. Persónar, sum hava fylt 65 ár.
3. Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir
litra a-m:a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal.
b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.
c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin.
d) Persónar við leka av heilavætu, liquor-lækage.
e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis.
f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión.
g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation.
h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagnsflutning, organtransplantation.
i) Persónar, sum hava diabetes mellitus.
j) Persónar, sum hava varandi hjartasjúku.
k) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
l) Persónar, sum hava varandi nýrasjúku.
m) Persónar, sum hava varandi livrasjúku.
4. Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við særsera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokk sjúku, ið eru nevndar
undir litra a-h, eftir eini læknaligari metan:
a) Persónar, sum hava hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme.
b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens.
c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurðviðgerð fyri hjartasjúku.
d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð.
e) Persónar, sum hava varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu.
f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens.
g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðkenni, nefrotisk syndrom.
h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID.
5. Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku.
6. Sveisarar.
Koppsetingin verður veitt sum ein 23-valent pneumokokk koppseting.
Koppsetingin eftir stk. 1, nr. 1-6, verður veitt til persónar, sum ikki eru koppsettir við eini 23-valent pneumokokk koppseting seinastu 6 árini, ella
eftir eini læknaligari meting við støði í eini andevnismáting (antistofmåling).
Koppsetingin:
Pneumokokk-koppsetingin er samansett av antigenum frá 23 ymiskum pneumokok-sløgum og verjir tí móti flestu pneumokokkum á okkara leiðum.
Koppseting verjir móti álvarsamari sjúku, sum pneumokok-sepsis, pneumokokmeningitis og pneumokok-lungabruna. Koppsetingin hevur lítið virkni móti at verða berari av pneumokokkum.
Góð ráð:
Pneumokokkar smitta gjøgnum smáar dropar frá hosta og at njósa og við tøttum sambandi. Ein kann eisini verða berari av pneumokokkum í nøs og svølgrúminum.
- Hosta og njós í einnytis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar.
- Vaska tær væl um hendurnar ella sóttreinsa hendurnar væl.
- Hav gott handreinføri.
- Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
- Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
- Ger reint og vaska - serliga yvirflatur, sum nógv nerta við
Koppsetingin verður givin av kommunulækna
Ert tú í iva, set teg í samband við egnan kommunulækna.
Heilsutrygd og Landslæknin
COVID-19 -koppseting
1. oktober 2023 kom nýggj kunngerð í gildi um koppseting fyri COVID-19.
Higartil hava koppsetingarnar fyri COVID-19 verið grundaðar í einum koppsetingartilmæli, men nú er hetta virksemið lýst í kunngerð.
https://logir.fo/Kunngerd/106-fra-28-09-2023-um-okeypis-koppseting-imoti-COVID19
Endamál við koppseting:
Endamálið við grundkoppseting og endurkoppseting móti covid-19 er at fyribyrgja álvarsliga sjúku og deyða, har ein endurkoppseting kann styrkja og endurvirkja immunverjuna.
Tey, sum fáa tilboð um koppseting fyri COVID-19 eru í stóran mun tey somu, sum fáa tilboð um influensakoppseting og pneumokokk-koppseting. Listin í kunngerðini er endurgivin niðast á hesi síðu. Í høvuðsheitum er talan um:
- Persónar, ið hava fylt 65
- Fólk, sum hava ávísar sjúkur ella á annan hátt niðursetta órinsverju umframt húski hjá persónum við niðursettari órinsverju.
- Barnakonur
- Starvsfólk á heilsuøkinum ella røktarøkinum
Tey, ið ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett fyri COVID19 við at gjalda fyri hetta.
Koppsetingarnar verða framdar hjá kommunulæknanum, á apotekinum ella í sjúkrahúsverkinum.
Borgarar kunnu biðja sær tíð til koppseting hjá kommunulæknanum við at ringja til viðtaluna ella talgilt á www.minlaekni.fo ella á heimasíðuni hjá læknaviðtaluni. Hjá kommunulæknanum ber til at fáa tíð til influensakoppseting í sama umfari.
Borgarar kunnu eisini biðja sær tíð til koppseting hjá Apoteksverkinum.