Ískoyti til sálarfrøðiliga hjálp

Sambært grein 8 stk. 2. i lógini um almenna heilsutrygd verður ískoyti veitt til gjald fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi eftir ávísing frá lækna.

Ískoyti til sálarviðgerð verður veitt sambært sáttmála millum Føroyskar Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið. Sáttmálin fevnir um ta sálarviðgerð, sum er ásett í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi. 

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá sálarfrøðingi, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina.

Talan er um tvey sløg av ískoyti og ávísingum:

  • Ávísingar eftir § 1, har ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 40% av kostnaðinum
  • Ávísingar eftir § 4 stk. 3, har Heilsutrygd veitir fult ískoyti

Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til sálarfrøðingin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til sálarfrøðingin.

Viðgerðin hjá sálarfrøðinginum verður roknað í viðgerðartímum.

Sálarfrøðingar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd, og borgarin hevur frítt at velja ímillum hesar.