Ískoyti til ávís hjálparráð
Heilsutrygd kann veita ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð, sum verða útflýggjað á apoteki ella í sambandi við útskrivan av sjúkrahúsi. Hetta er sambært § 10 í lógini um almenna heilsutrygd. Almannastovan hevur áður rindað fyri útreiðslur til hesi hjálparráð.
Hjálparráð í hesum sambandi eru hjálparráð, sum er liður í einari viðgerð, ella sum eru til persónar, sum ikki hava tørv á varandi hjálpartóli. Talan er ikki um hjálparráð, sum verða brúkt inni á viðgerðarstovnum, ella sum verður brúkt hjá persónum, sum hava ein varandi tørv. Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág. Sum dømi kann verða nevnt ískoyti til gjald fyri sproytur o.t., so sum pennar og pumpur til persónar við diabetes og t.d. astmamaskur, ið skulu nýtast saman við astmaheilivági.
Umsókn frá læknanum um ískoyti verður latin Heilsutrygd saman við einari stuttari frágreiðing um tørvin. Tá ein umsókn er játtað, kann apotekið ella sjúkrahúsið senda rokning fyri hesi hjálparráð til Heilsutrygd.