Ískoyti til fysioterapi
Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá fysioterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum.
Hetta er galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásettir sum búgvandi í Føroyum.
Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til fysioterapeutin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til fysioterapeutin.
Um borgarin av heilsuávum ikki er førur fyri at ferðast til fysioterapeut uttan persónliga hjálp, og hendan persónliga hjálpin ikki er tøk, kann læknin ávísa fysioterapi í heiminum hjá borgaranum.
Viðgerðin hjá fysioterapeutinum er deild í eindir. Ein viðgerð kann vera upp í 3 eindir, og hvør eind kann í mesta lagi vara í 20 minuttir.
Fysioterapeutar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, og teir, ið átaka sær heimaviðgerð, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd. Borgarar kunnu velja frítt ímillum hesar.