Ískoyti til fótterapi

Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá statsautoriseraðum fótterapeuti, veitir Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Tað eru tó bert ávísar diagnosur, sum geva rætt til ískoyti. Hesar diagnosur eru at finna í kunngerðini um ískoyti til fótterapi.

Hvør ávísing, kann í mesta lagi umfata 6 veitingar hjá fótterapeuti. Tó hava persónar við diabetes mellitus, eftir fyrstu ávísing, áhaldandi rætt til 6 veitingar um árið. Um serligar umstøður gera seg galdandi, kann ávísing til persónar við diabetes mellitus, verða økt við upp til 6 veitingum árliga.

Heilsutrygd rindar ískoyti á kr. 350,- fyri hvørja veiting, tá persónurin hevur diabetes mellitus, og kr. 720 fyri árligt eftirlit. Fyri persónar við øðrum diagnosum, rindar Heilsutrygd kr. 250,- í ískoyti fyri hvørja viðgerð.

Tá læknin hevur skrivað ávísingina til borgaran, skal borgarin sjálvur hava ávísingina við til ein fótterapeut, sum síðani skrásetur hana. 

Statsgóðkendar fótterapeutar, sum starvast fyri Heilsutrygd, er at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd. Borgarin hevur frítt at velja ímillum hesar.