Skift kommunulækna

Borgarar kunnu velja millum kommunulæknarnar í læknadøminum.

Støður kunnu tó vera, har hetta val er avmarkað. T.d. kann tað vera, at nakrir av kommunulæknunum í læknadøminum hava nógvar borgarar skrásettar og tí hava latið aftur fyri nýggjum skrásetingum/flytingum.

Um tú vilt skifta kommunulækna, kanst tú ringja til Heilsutrygd á 61 40 00.

Tann 1. juli 2024 kom Heilsutrygd á Vangan. Á Vanganum ber til at síggja, hvønn kommunulækna, tú hevur.

Arbeitt verður við at menna ymsar tænastur á Vanganum, og ætlanin er, at tað um ársskiftið 2024/25 fer at bera til at skifta lækna har. Harumframt ætla vit at geva borgarum møguleikan at senda inn talgildar umsóknir til skipanir, sum Heilsutrygd umsitur.