Økisheilsutænastan / kliniskir dietistar

Økisheilsutænastan er navnið á tænastu, sum Heilsutrygd stendur fyri. Kliniskir dietistar starvast í Økisheilsutænastuni, og teir starvast so í ymsum viðtaluhølum kring landið. Oftast eru hesi høli í sama bygningi, sum kommunulæknar ella onnur heilsustarvsfólk starvast.

Kommunulæknar kunnu ávísa borgarar til kliniskan dietist, um teir meta at tørvur er á tí, og um borgarin lýkur ávísar treytir. Dietistarnir hava felags visitatión av ávísingum.

Ávísing verður send elektronisk til “kliniskar dietistar í primera økinum” við ávísingarfrymli í Cosmic.

Dietistarnir kalla sjúklingin til viðtalu í einum av viðtaluhølunum. Viðtalur hjá dietisti eru í læknaviðtalunum í Vági, á Tvøroyri, í Frúutrøð í Tórshavn, á Sandi, í Kollafirði, í Miðvági, í Runavík og í Klaksvík.

 

Stutt um kliniskar dietistar

Heitið kliniskur dietistur er eitt vart heiti og kann bert brúkast av persónum við løggilding frá danska Sundhedsstyrelsen. Ein kliniskur dietistur hevur eina føðsluvísindaliga útbúgving, sum tekur 3½ ár, og nakrir dietistar hava harumframt kandidatútbúgving.

Kliniskir dietistar er einasti fakbólkur, ið hevur eina náttúruvísindaliga útbúgving í viðgerð av føðsluligum sjúkum og eina umfatandi vitan um sambandið millum mat, heilsu og sjúku.

Diaetister henvisningskriterier DK rev. maj 2023.pdf(813 KB) 

Dietistar_treytir_mei 2023 føroyskt.pdf(716 KB) 

 

Samband

Felags teldupostur: dietist@kl.fo 

Beinta Mohr Leo, samskipari, løggildur kliniskur dietistur í Suðuroy. Tlf. 793031.

Jórun Klein, løggildur kliniskur dietistur í Tórshavn, á Sandi, í Kollafirði og í Miðvági. Tlf. 793035.

Did Nicolajsen, løggildur kliniskur dietistur í Tórshavn, á Sandi, í Kollafirði og í Miðvági Tlf. 793034.

(starvið ikki sett í løtuni), kliniskur dietistur í Eysturoy og Norðoyggjum, Tlf. 793036.