
Kunning um lóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum.
Tann 1. juni 2025 kom nýggj lóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum í gildi.
Lógin kann lesast her: https://logir.fo/Logtingslog/66-fra-28-04-2025-um-at-skipa-heilsutaenastur-i-naerumhvorvinum-hja-borgaranum
Heilsutrygd fer her greiða frá, hvørjar broytingar koma við lógini.
Nýggj heilsuøki
Tað, sum borgarar fyrst fara at leggja merki til, er, at landið ikki longur er skipað í læknadømi. Í staðin hava vit 5 heilsuøki.
Borgarar skulu velja lækna í tí heilsuøki, teir búgva í. Av tí, at flestu heilsuøkini eru størri enn læknadømini vóru, kunnu flestu borgarar velja millum fleiri kommunulæknar, enn teir kundu fyrr.
Í talvuni niðanfyri verður greitt frá heilsuøkjunum. Á myndini ovast á hesi síðu, eins og í filminum niðast á síðuni, er lætt at síggja, hvar mørkini eru.
Heilsuøki | Kommunur |
Heilsuøki 1 | Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna. |
Heilsuøki 2 | Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.
|
Heilsuøki 3 | Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Tórshavnar kommuna (bert Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir). |
Heilsuøki 4 | Tórshavnar kommuna (undantikið Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir), Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna. |
Heilsuøki 5 | Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.
|
https://logir.fo/Kunngerd/102-fra-27-05-2025-um-heilsuokir-og-heilsumidstodir
https://logir.fo/Kunngerd/101-fra-27-05-2025-um-at-velja-kommunulaekna
Heilsumiðstøðir
Í heilsuøkjunum verða skipaðar heilsumiðstøðir. Í fyrstu atløgu verða hesar heilsumiðstøðir tær somu, sum fyrr vórðu nevndar læknamiðstøðir ella læknahús. Sum frá líður fara fleiri heilsutænastur at verða lagdar til heilsumiðstøðirnar.