Frítøka / undantøk fyri heilsutrygdargjaldi

Frítøka / undantøka fyri heilsutrygdargjaldi

Søk um undantak her

Nógvir borgarar hava farnu árini heitt á Heilsutrygd um at fáa undantak fyri gjaldsskylduni, tí teir longu gjalda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi.

Nú er lóggávan broytt, so til ber at søkja um hetta undantak og um fáa afturrindað heilsutrygdargjald.

 

Frá mánadegnum 1. juli 2024 kunnu borgarar innrita á Vangan og gera vart við, at teir meta seg vera undantiknir gjaldsskylduni at rinda heilsutrygdargjald.

Á Vanganum er ein sjálvgreiðsla til hetta endamál: 
Søk um undantak á Vanganum her

Tá tú skrásetir teg, kanst tú biðja um undantak, vísandi til Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygging. Søkjast kann fram til 1. mai um undantøku fyri undanfarna árið. T.v.s. at freistin fyri at søkja um undantak fyri 2024 er 1. mai 2025.

Vanligu treytirnar fyri undantak eru: 
- at tú váttar, at tú arbeiðir í øðrum Norðurlandi og skjalprógvar, at tú rindar sosialtrygdargjøld har.
- at tú ikki ikki hevur týðandi part (25%) av tínum virksemi í Føroyum
- at tú ikki hevur fleiri arbeiðsgevarar í øðrum Norðurlandi ella arbeiðir í skiftandi londum.

Tá tú hevur skrásett teg, verður uppkravið av heilsutrygdargjaldi í Føroyum steðgað í tí mánaðinum, skrásetingin er framd.

Tá árið er av, og inntøkan fyri árið er skjalfest, kann endalig viðgerð og avgerð um undantak gerast.

Ásetingarnar um undantak frá gjaldsskylduni eru at finna í §24 stk.2 í heilsutrygdarlógini, sum kann lesast her.

 

Afturgjald fyri goldið heilsutrygdargjald 2014-2023

í mai 2025 samtykti Løgtingið lóg um endurgjald til tey, sum áttu at vera undantikin frá at rinda heilsutrygdargjald vísandi til Norðurlendsku konventiónina.

Hetta merkir, at borgarar kunnu venda sær til TAKS við umsókn um at fáa afturgoldið heilsutrygdargjald frá 1. november 2014 til og við 2023.

TAKS skal hava móttikið umsókn áðrenn 1. januar 2026

Lógin um afturrindan av heilsutrygdargaldi kann lesast her

 

Søgan um frítøku frá heilsutrygdargjaldi

Lógin um almenna heilsutrygd gav ikki stovninum Heilsutrygd heimild til at geva undantøk í gjaldsskylduni. Tó eru Kærustovnurin og Føroya Rættur komin til ta niðurstøðu, at nakrir borgarar eiga at hava rætt til slík undantøk.

Løgtingið hevur á vári 2024 samtykt broyting í heilsutrygdarlógini. Við hesi broyting fær Heilsutrygd tann 1. juli 2024 heimild til at geva undantøk í ávísum førum, um borgari søkir um hetta vísandi til norðurlendskan sáttmála um sosiala trygging.

Landsstýriskvinnan boðaði í tíðindaskrivi 24. apríl 2024 frá, at hon arbeiðir við einum øðrum uppskoti til broyting í heilsutrygdarlógini. Ætlanin er, at tað skal bera til at endurrinda heilsutrygdargjald, sum verður mett at verða kravt inn av órøttum:

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/heilsutrygdargjald-rindast-aftur