Bráðfeingis hjálp

Læknavaktin

Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Læknavaktin virkar uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið um vikuskiftið og halgidagar.

Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.

Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.

Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin góðar møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. 

Læknavaktin fevnir um allar Føroyar.

 

Tannlæknavaktin

Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp, t.d. í.s.v. tannapínu, ber til at ringja til tannlæknavaktina.

Telefonnummarið hjá tannlæknavaktini er: 314544

Telefonin svarar bert leygardagar, sunnudagar, & halgidagar kl. 10:00 - 11:00