Hvør er mín kommunulækni?
Ivast tú í hvønn kommunulækna tú hevur? Upplýsingarnar finnur tú á Vanganum hjá Heilsutrygd. Har sært tú eisini hvønn kommunulækna tíni børn hava.
Skift kommunulækna
Borgarar kunnu velja millum kommunulæknarnar í heilsuøkinum, sum teir búgva í.
Støður kunnu tó vera, har hetta val er avmarkað. T.d. kann tað vera, at nakrir av kommunulæknunum í økinum hava nógvar borgarar skrásettar og tí hava latið aftur fyri nýggjum skrásetingum/flytingum.
Um tú vilt skifta kommunulækna, mæla vit tær til at fara á Vangan har læknaval verða avgreidd. Har sært tú hvør/hvørjir læknar tú kanst velja í millum. Um eingin lækni er at velja, so merkir tað, at kommunulæknarnir í tínum øki ikki kunnu taka ímóti fleiri borgarum.
Um tú ikki kanst avgreiða tíni viðurskifti á Vanganum, ber til at ringja til Heilsutrygd á 61 40 00 ella skriva á heilsutrygd(a)heilsutrygd.fo