Borgari
Veitarar
Um Heilsutrygd
Kunning
Tíðaravmarkað skrivstovustarv á Heilsutrygd
5. august 2025
Tíðaravmarkað skrivstovustarv á Heilsutrygd
Heilsutrygd søkir skrivstovufólk at starvast í tíðaravmarkaðum starvi í umleið 6 mánaðar.Tú verður partur a...
Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk
5. august 2025
Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk
Heilsutrygd søkir skrivstovu- og móttøkufólk at starvast fulla tíð. Tú verður partur av starvsfólkahóp...
Summarferia – avmarkað avgreiðslutíð
8. juli 2025
Summarferia – avmarkað avgreiðslutíð
Í tíðarskeiðinum 14. juli til 18. august eru upplatingartíðirnar og telefonavgreiðslan avmarkaðar til 10:00...
Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv
26. juni 2025
Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv
Heilsutrygd hevur sett Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrinu Clementsen í starv sum kommunulæknar í Hei...
Meira kunning
  • Undantak frá heilsutrygdargjaldi
    Undantak frá heilsutrygdargjaldi
  • Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
    Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
  • Koppsetingar
    Koppsetingar

Endamál

Heilsutrygd er stovnur undir Heilsumálaráðnum.

Heilsutrygd varð sett á stovn at avgreiða tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Stovnurin hevur seinni tikið á seg partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannastovuni í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum.

Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd.

Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Heilsutrygd umsitir Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina, og síðani 2020 hevur Heilsutrygd havt eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.